FORSÍÐAN  |  KEYP  |  UM  |  SKRÁ  |  TÍÐINDASAVN  |  MYNDIR  |  GESTABÓK  |  SAMBAND  |  SLÓÐIR  |  FAQ  |  in English


 
04-03-10

Eivör

Ein endurnýggjað Eivør verður at hoyra live undir Stöðlafjalli, á götusandi í summar.


Öll elska vit Eivør. Eg meini so við. Vit hava fylgt henni upp á tindar og ígjögnum dalar. Ræddarliga, altso. Vit hugnaðu okkum saman við avslappaða djassinum á fyrstu, sjálvnevndu flöguni, murraðu við til hennara samstarv við Bill Bourne, opnaðu jólagávur saman við Frostrósunum og summi av okkum enntá fríggjaðu til urkenslurnar, hon dreiv upp úr jörðini saman við Krákuni. Hennara altíð framúrgóðu pallframförslur hava verið hæddarpunkt í okkara sumrum og hava borið okkum ígjögnum vetrarnar. Og tað hevur glett tjóðina, at síggja hvussu væl tað hevur gingið henni uttanlands, har hon hevur sópað heiðurslönir og lovorð inn frá bæði högru og vinstru. Og næstan á hvörjum ári hava vit sæð menningina og kunna gleðst við henni meðan hon hevur borið fram tað besta hon hevur átt. Vit minnast hana heilt afturi frá Clickhaze-dögunum, ið enn standa sum ein varði fyri föroyskan tónleik og sum settu gongd á eina menning, sum er í besta blóma.

 

Og tað fer uttan iva at gleða mangar klikkheysar, at bólkurin hjá henni, umframt Benjamin Petersen, telur tveir gamlar Clickhaze'ar: Högna Lisberg og Mikael Blak. Og fjepparar kunnu gleðast enn meira, tí hann, ið hevur framleitt komandi flöguna hjá Eivør, er samverkaðurin úr Clickhaze, Jens L. Thomsen, nú best kendur sum heili, hjarta, hendur og bein í Orka. Og lat tað bara vera sagt beinanveg: Jens hevur megnað at hála ráu og villu Eivør fram aftur úr skápinum. Pena og fitta mannabarnið er pakkað niður fyri nú.

Úrslitið av samstarvinum millum Eivør, bólkin og Jens er á ein hátt bæði myrkt og innanvent, samstundis sum tað er beint-í-andlitið. Minimalistiskt, men stórt. Huglagið er stundum klassiskt, tó mystiskt og onkursvegna vandamikið ella ófrættakent. Ljóðið er vistfröðiligt og tilvitað skitið. Hövðusljóðföri í ljóðmyndini eru tey elektronisku. Synthbassar, Moogar og Juno ljómborð renna saman við ullintum trummum og tjúkkum gittarum, meðan Eivør, saman við filmiskum streingjaspæli og kórasangi, sveimar meistarliga omanfyri. Í summum sangum er Eivør ein særdur elskari, í öðrum ein valdandi drotning. Men í öllum er hon Eivør. Einki, at takað feil av. Hon dregur allar endarnar saman í eina heild, ið bera hennara heilt egnu framúrskarandi tónleikaligu eyðkenni.

 

Hetta kann kanst tú fáa forsmakk av á sjálvnevndu EP’ini, sum kemur í handlarnar hósdagin í næstu viku, og sum longu nú liggur á MySpace hjá henni. Í summar kemur so ein heil flöga. Men EP og seinni flöguútgávan í mai eru bara upphitingar til tað sum veruliga skapar neistar. Eivør live undir Stöðlafjalli, á götusandi.



Slóðir:

Hoyr nýggju EP'ina á Eivørsa MySpace

Almenna heimasíðan hjá Eivør

Blív Eivørfjeppari á Facebook







< Aftur til: G! FESTIVAL: FORSÍÐAN


 
   
   
   
   

G! Festival 15-17 Juli 2010. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 288088 -- info@gfestival.fo