|
Úr Romsdalinum í Noregi, umvegis Alpurnar í Sveits, kemur fremsta jodli-duoin í Evropa, Polkabjørn & Kleine Heine, sum umframt geitaost og lögnar seðlabuksur, eisini bjóða jodl, strúpusang, harmonikuspæl og opera on-demand.
Eftir at hava spælt í ávíkavist punkbólkinum The Barfing Bitch and the Hurling Hookers from Hell og jazzharkaliðinum hjá Ola Kvernberg, byrjaðu Polkabjørn og Kleine Heine alment at jodla saman á einum jodlifestivali í Alpunum. Síðani tá hava teir spælt fyri bæði kongi og öskudólgi. Bókstaviliga talað.
Polkabjørn er óivað einasti persónur í heiminum, sum hevur jodlað fyri bæði kongi, drotning og norska uttanríkismálaráðharranum, Jonas Gahr Støre, samstundis. Umframt at vera besti jodlari í norðurevropa hevur Polkabjørn verið í læru hjá Huun-Huur-Tu, heimskendu strúpusangarunum úr Mongolia.
Kleine Heine, fyrrverandi sidekick hjá jazzaranum Ola Kvernberg, og sum so seint sum í 2008 var í Föroyum og spældi í Tórskjallaranum, var longu sum 14 ára gamal væl etableraður jazztónleikari. Kleine Heine lesur nú á víðagitna Greigakademiet í Bergen. Heine verður av mongum mettur sum Matti Nykänen innan harmonikuspæl: óryggjusligur og skrappur við knívi.
Triðji maður í duoini, Halvar Vals, eisini fyrrverandi punkari, lesur nú opera á konservatorium í Keypmannahavn. Halvarvals hyrður ikki fyri at tulka eina Wagner-ariu ella Wiener-vals uppá standandi fót.
Settlistin hjá Polkabjørn og Kleine Heine er sera fjölbroyttur og inniheldur jodling úr bæði Týsklandi, Sveits, Eysturríki og Noregi. Hvör minnist ikki hurrálagið frá 1939, “Mein Vater ist ein Appenzeller”, ella landapláguna frá 1942, “Jeg er fra Romsdalen Norges Tyrol”?
NÝTT Í FÖROYM
Umframt at framföra leygarkvöld á G! fara Polkabjørn og Kleine Heine sum nakað heilt nýtt og serligt at bjóða on-demand jodling heima hjá fólki. Hósdagin og fríggjadagin millum kl 17:00 og 20:00 kunnu tey sum eru stödd í Eysturkommunu ella beint við bílleggja sær jodling, harmonikuspæl, gravar sangir, strúpusang og opera on-demand. Ring og sig hvar tú ert stæddur, og Polkabjørn, Kleine Heine og Hallvar Vals koma til tín og framföra heima hjá tær ella har tú ert. (nærri verður kunnað seinni hvussu bílleggjast kann)
Jodlandi norðmennirnir siga seg vera til reiðar at blása takið av einum hvörjum höli. Eitt er tó púra vist, og tað er, at tað ber ikki til at fyrireika seg mentalt til slíka jodlyvirdosu, sum talan her er um.
Á G! leggja vit okkum eftir at geva tær minniligar upplivingar. Vit hava varhugan av at G!-luttökan hjá hjá PolkaBjørn, Kleine Heine og Halvar Vals verður seint gloymd.
Jodde-le-hi-hi-hi-hi-hi-hi!
Flash is required!
PolkaBjørn & KleineHeine við superhittinum "Romsdalen Norges Tyrol" Flash is required!
PolkaBjørn, KleineHeine og Halvar Vals framföra landaplágu úr suðurtýsklandi Flash is required!
PolkaBjørn & KleineHeine við "Ku-Ku Jodel" Flash is required!
Halvar Vals syngur "á halga nátt" Flash is required!
Her eru teir við "Mein Vater ist ein Appenzeller"
Slóðir:
Hoyr Polkabjørn og Kleine Heine á MySpace
Blív fjeppari hjá Polkabjørn og Kleine Heine á Facebook
< Aftur til: G! FESTIVAL: FORSÍÐAN
|