FORSÍĐAN  |  KEYP  |  UM  |  SKRÁ  |  TÍĐINDASAVN  |  MYNDIR  |  GESTABÓK  |  SAMBAND  |  SLÓĐIR  |  FAQ  |  in English


 
17-02-10

G! Festival fer frá partafelag til vćlgerandi grunn

Nýstovnađi G! Grunnurin hevur yvirtikiđ fyriskipanina av G! Festival frá smápartafelagnum ”viđ Gorlaksá”. Viđtökurnar fyri grunnin siga m.a., at eitt möguligt avlop av G! Festival fer óskert til at skapa ein tónleikamiđdepil í Eysturkommunu.


Smápartafelagiđ ”viđ Gorlaksá” hevur sostatt einki viđ fyriskipanina av G! at gera longur.

 

Í nevndini fyri nýggja grunnin sita: Hans Jákup Mikkelsen, formađur, Sigvör Laksá, Rógvi Róin, Oluffa Joensen og Jón Tyril.

 

Grunnurin hevur sett Jón Tyril í starv at standa á odda fyri fyriskipanini av G! 2010.

Dentur hevur veriđ lagdur á ikki at broyta konseptiđ og innihaldiđ á G! Festival á nakran hátt, men einans bygnađin aftanfyri. Öll tey somu virđini og endamálini, sum altíđ hava ligiđ til grund fyri G! Festival eru framvegis galdandi. Hesi kunnu lesast á www.gfestival.fo undir ”um”. Einasti munurin er, at tađ nú er í viđtökunum, at eitt möguligt yvirskot verđur latiđ óskert til eina ítökiliga vćlgerandi verkćtlan.

 

Jón Tyril, sum átti partabrövini í sp/f viđ Gorlaksá, tók sjálvur stig til at fáa umskipađ bygnađin, síđani tóku onnur um endan viđ tí formella. Jón sigur soleiđis um nýggja bygnađin.

”Tađ viktigasta er kanska at smápartafelagiđ, sum var ein forđing hjá summum at síggja ideellu endamálini aftanfyri G!, er burtur úr myndini. Eg merkti beinanvegin, at tađ loysir upp fyri eini rúgvu av goodwill, at fólk sleppa undan at fyrihalda seg til eitt partafelag og möguligan vinning til ein privatpersón. Nú hava tey garanti fyri, at eitt möguligt yvirskot fer til vćlgerandi mentanarlig endamál.

Fyri meg sjálvan merkir tađ eisini, at eg standi ikki einsamallur viđ allari ábyrgdini av G! Festival, og eg havi eina nevnd viđ dugnaligum fólkum at hella meg upp at og ráđföra meg viđ.”

 

Smápartafelagiđ viđ Gorlaksá skipađi fyri G! Festival í 2009. Jón Tyril sum privatpersónur stóđ fyri G! Mini í 2008, aftaná at partafelagiđ, sum hevđi stađiđ aftanfyri G! Festival í 2007 og 2006 fór á heysin. Áđrenn hetta var tađ Tónleikasamtakiđ Grót, sum stóđ sum fyriskipari av festivalinum. Jón Tyril hevur veriđ oddamađur í G! Festival öll árini, síđani hann og Sólarn Solmunde tóku stig til tiltakiđ á fyrsta sinni í 2002.

 

”Eg trúgvi, at hetta var eitt neyđugt og skilagott stig, til tess at tryggja, at festivalurin skuldi yvirliva í longdini og náa víđari viđ teimum málum, sum altíđ hava ligiđ til grund fyri tiltakiđ,” sigur Jón, og leggur afturat, at ”G! 2010 stendur fyri framman, og nógv spennandi verđur á skránni. G! heldur fram at vera tađ stuttligasta, lívligasta og mest fjölbroytta tiltakiđ í föroyska summarinum”.

 

G! Festival 2010 verđur hildin í Götu dagarnar 15-16-17. Juli. Atgongumerkini fáast kring landiđ og higartil eru 9 av uml 30 növnum á skránni almannakunngjörd og fleiri eru á veg.

 

 

Vegna G! Grunnin og G! Festival

Hans Jákup Mikkelsen, formađur í G! Grunninum, tel 791001, email: hjm@gfestival.fo

Jón Tyril, stjóri fyri G! Festival, tel 741653, email jon.tyril@gfestival.fo









< Aftur til: G! FESTIVAL: FORSÍĐAN
Nú verđur tađ ein grunnur viđ vćlgerandi endamáliđ, heldur enn eitt smápartafelag, sum stendur aftanfyri G! Festival
Nú verđur tađ ein grunnur viđ vćlgerandi endamáliđ, heldur enn eitt smápartafelag, sum stendur aftanfyri G! Festival


 
   
   
   
   

G! Festival 15-17 Juli 2010. Tónleikaliga Tjóđarhátíđ Föroyinga. -- Öll Rćttindi Tilskilađ. -- Telefon +298 288088 -- info@gfestival.fo