FORSÍÐAN  |  KEYP  |  UM  |  SKRÁ  |  TÍÐINDASAVN  |  MYNDIR  |  GESTABÓK  |  SAMBAND  |  SLÓÐIR  |  FAQ  |  in English


 
25-01-10

Her eru teir: Fyrstu sjey bólkarnir á G!-skránni

Tað er við gleði og spenningi at vit avdúka fyrstu sjey listafólkini og bólkarnar á skránni fyri G! 2010. Her er eitt stutt yvirlit. Klikka teg víðari og síggj videolög ella fá slóðirnar til at tú kanst byrja at lurta og fyrireika teg til tónleikaligu tjóðarhátíð föroyinga.


Lucy Love (DK)

Umvegis Zambia og London úr Keypmannahavn kemur rappsensatiónin Lucy Love á fyrsta sinni á G! Pápi hennara var diskari, hon gongur í neonlittum hijab og tað er hennara vegna, at stórur partur av donsku tónleikavinnuni er á gosi.

Les meira

 

Moto Boy (SE)

Einsamallur á pallinum, við einum heavy-metalsligum V-gittara og alt ov væl smurdum andliti, ger Moto Boy uppreistur. Ikki við at rópa og skrála. Men við at skapa og framföra óluksáliga vakran tónleik orduliga friðarliga. So friðarligt og vakurt, at tú verður sogin inn í tónleikin.

Les meira

 

Afenginn (DK)

Við högum tempo og merkverdigum hugskotum hevur pillsvaki danskt-finski bólkurin Afenginn fingið orð á seg, sum ein heilt framúrskarandi livebólkur.

Afenginn merkir rúsur og styrki og vörumerki hjá bólkinum er originalitetur og intensitetur - frá skroypiligum pianissimo til vill og brölandi petti.

Les meira

 

Týr

Knýttir nevar, veipandi Heavy Metal-tekin og sveittandi yvirkroppar, antin teir eru berir ella brynjuklæddir. Veðrabrölandi mannfólk og skríggjandi rokkgellur. Vápnagný og guitargníst. Mínar dámur og harrar. Vit tosa um helst kendasta föroyska bólkin uttanlands yvirhövur, TÝR, sum kemur at spæla á G! í summar.

Les meira

 

 

Brandur Enni

Eitt tónleikaligt flogvit og eitt einastandandi natúrtalent. Vit tosa um framúrskarandi sangaran, tónleikaran og lagskrivaran Brandur við eftirnavninum Enni

Les meira

 

Analog Norð

“Frískligasta íkast til føroyskan popp seinastu 10 árini”, stóð í ummælinum hjá Dimmalætting av debutfløguni hjá nýggja føroyska elektro-popp/rokk bólkinum, Analog Norð. Í summar fáa vit hövið á hoyra Analog Norð á G! Festival

Les meira

 

 

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

Hvar aðrastaðni úr Föroyum skuldi eitt Bluesorkestur komið frá, uttan júst úr Froðba í suðri?

Hugsa um tað. Bluesurin varð upprunaliga mentur í amerikansku suðurstatunum, millum fátækar og ólukkuligar fyrrverandi trælir. Hjá teimum bar hvørki til at halda fast við arbeiði ella konufólkið. Tað einasta, teir kundu gera, var at taka ein slitnan gittara í hendi og syngja sorgina út. Hvussu passandi er tað tá ikki, at føroyskur bluesur kemur úr júst Suðuroynni? Oyggin er so gott sum oyðin, tóm fyri konufólk, arbeiðsloysið er methögt, og líka sum í suðurstatunum, so tosa tey við eini lögnari dialekt. Nei tvætl. Um tað er sosialu umstöðurnar í suðri sum gera tað skulu vit ikki siga, men í öllum förum eigur suðuroyggin mest undirhaldandi bluesbólkin í Föroyum, sum gongur undir navninum Froðbiar Sóknar Bluesorkestur

Les meira

 








< Aftur til: G! FESTIVAL: FORSÍÐAN
Lucy Love (DK) er eitt av növnunum á G! í ár
Lucy Love (DK) er eitt av növnunum á G! í ár

Svenski Moto Boy er eitt annað
Svenski Moto Boy er eitt annað

Föroysku Týr eru eisini millum sjey tey fyrst kunngjördu
Föroysku Týr eru eisini millum sjey tey fyrst kunngjördu


 
   
   
   
   

G! Festival 15-17 Juli 2010. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 288088 -- info@gfestival.fo