FORSÍÐAN  |  KEYP  |  UM  |  SKRÁ  |  TÍÐINDASAVN  |  MYNDIR  |  GESTABÓK  |  SAMBAND  |  SLÓÐIR  |  FAQ  |  in English


 
23-01-10

Lucy Love (DK)

Umvegis Zambia, London og kongsins Keypmannahavn kemur rappsensatiónin Lucy Love á G!


Pápi hennara var diskari, hon gongur í neonlittum hijab og tað er hennara vegna, at stórur partur av donsku tónleikavinnuni er á gosi. Lucy Siame, sum hon veruliga eitur, varð fødd í Zambia, haðani pápi hennara er, meðan mamman er breti. Men Lucy er fyri tað mesta uppvaksin í Danmark. Hendan altjóða bakgrund er opinlýs bæði í hennara tónleiki og hennara tokka. Eftir bert stutta tíð og eina fløgu, “Superbillion”, hevur Lucy longu lagt danskan tónleik allan undir seg og hon er væl á veg út um landoddarnar. Ummælarar eru á einum máli um, at “Superbillion” telist millum bestu donsku útgávurnar í fjør og við tað løgini sum “No V.I.P.” og “Daddy Was A DJ” hava verið tráspæld hitt, hevur almenningurin eisini tikið Lucy Love til sín.

 

Í januar í fjør vann Lucy Love fínu P3 Experimentet virðislønina fyri at hava endurnýggja rapp og hipp-hopp í Danmark. Lucy Love fær fyrst og fremst sín íblástur úr grimetónleikinum, sum seinastu árini hevur tikið bretska rapppallin yvir. Grime varð upprunaliga ment á skitnu gøtunum ímillum kommunalu og niðurslitnu búðstaðarloysnirnar í fátækastu býlingunum í London, har menn sum Dizzy Rascal, Wiley og Tinchy Stryder rappaðu um teirra dagliga og harða lív umvegis ólógligar útvarpsstøðir. Grime smekkar saman house, drum n bass og karibiskar rytmur í eina ófantaliga (grime betýður skittur) og kantuta heild, sum er eyðkend av djúpum bassi og einføldum, men ágangandi riffum. Huglagið er hart, ógvusligt og skemtiligt.

 

Lucy Love hevur eitt framúr umdømi sum framførari. Á pallinum rennir alt saman í eina hægri eind, sum tónleikur, móti, dansur og taktir bresta saman við áhoyrarunum í sveittutum og sveiggjandi kropshópum. Alt er gjøgnumhugsað út í æsir og samanskrúvað hareftir. Lucy Love er ein væl smurd maskina á pallinum, til reiðar at smyrja G!-fólkið av.


Flash is required!

Lucy Love - Daddy was a DJ


Flash is required!

Lucy Love - No V.I.P.



Slóðir:

Lucy Love á MySpace

Lucy Love á YouTube

almenna heimasíðan hjá Lucy Love






< Aftur til: G! FESTIVAL: FORSÍÐAN


 
   
   
   
   

G! Festival 15-17 Juli 2010. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 288088 -- info@gfestival.fo