FORSÍĐAN  |  KEYP  |  UM  |  SKRÁ  |  TÍĐINDASAVN  |  MYNDIR  |  GESTABÓK  |  SAMBAND  |  SLÓĐIR  |  FAQ  |  in English


 
12-07-09

Maggi Lego (IS)

Íslendski Maggi Lego er ein av mest kultađu DJunum her norđuri seinastu árini. Kendur fyri síni góđu evni at miksa, DJa og seta feit og hypnotiserandi groove saman, kemur mađurin á G! at seta gongd á allar hugađar rumpuendar. Ávaring: Byrjar tú at dansa, steđgar tú ikki aftur!


Maggi Lego var viđ til at stovna feitasta og kendasta house/elektro bólkin í Íslandi, GusGus, og hevur viđ tíđini fingiđ umdömi sum eitt satt flogvit handan DJ pultin.

 

Um vit skulu seta orđ á, hvat vit kunnu vćnta okkum av honum á G!, so verđur talan um vćl svingandi minimal tekno rútmur, viđ litríkum italo disko tónum afturviđ.

 

Sum DJ og framleiđari hevur Maggi Lego fleiri samleikar: fyrst og fremst Magga Lego, men eisini alter-egoiđ Hunk of a Man og Buckmaster De La Cruz, Fuckmaster og Magnus Pop.

 

Hann er regluligur DJ á feitastu klubbunum og dansistöđunum í Reykjavík og er eisini nógv umbiđin ađrastađnis í heiminum. Til dömis er hann fastur fúsur á klubbum í New York, Chicago, Berlin, Buenos Aires og London. Mađurin hevur enntá egnan fjepparaklubba; “The Maggi Lego Fan Club”.

 

Maggi Lego hevur higartil veriđ í Föroyum tríggjar ferđir. Á Mjús Festivalinum í 2006, til Undirbeat í Cippo í 2007 og til Undirbeat á Ólavsöku í 2008. Nú kemur G! 2009, og Maggi Lego verđur sjálvandi viđ viđ sínari kult-DJ'ing í Grundini.

 

Síggj myndir frá, tá Maggi Lego var DJ til Undirbeat í Cippo her og frá Undirbeat á Ólavsöku her

 

Hoyr hansara tónleik her:

myspace.com/kondakela

myspace.com/hunkofaman

myspace.com/maggilegodiscoclub

 

Tak DJ mix hjá honum niđur her:

mediafire.com/hunkofaman









< Aftur til: G! FESTIVAL: TÍĐINDI


 
   
   
   
   

G! Festival 15-17 Juli 2010. Tónleikaliga Tjóđarhátíđ Föroyinga. -- Öll Rćttindi Tilskilađ. -- Telefon +298 288088 -- info@gfestival.fo