|
PRÍSUR
Vikuskiftispass 1095,-
Tjaldingarpass 300,- (Tjaldingin er útseld)
Eindagspass:
Hósdagur: 495,-
Fríggjadagur: 595,-
Leygardagur: 650,-
Börn 5-12 ár: 175,-
Börn 4 ár og niđureftir sleppa inn ókeypis
BOLKATILBOĐ
Keypiđ 10 saman og spariđ uml 27% í mun til juli mánađ - vikuskiftis 799 kr / tjalding 199 kr (10,7% í mun til nú)
Keypiđ 20 saman og spariđ uml 28,8% - vikuskiftis 780 kr / tjalding 195 (12,8% í mun til núverandi prís)
Keypiđ 50 saman og spariđ uml 31,5% - vikuskiftis 750 kr / tjalding 188 (16,2% í mun til núverandi prís)
Bólkatilbođ kunnu bara bíleggjast beinleiđis frá okkum, ikki úti á sölustöđunum. Set teg í samband viđ tickets@gfestival.fo ella ring 288 088
SÖLUSTÖĐ
Atgongumerki og tjaldingarpass fáast á öllum kunningarstovum og Magnstöđum kring landiđ umframt í TUTL handlinum í Havn og í Hvonn.
Barnaatgongumerki fáast einans viđ dyrnar á festivalinum.
KEYP ONLINE
Keyp frá ebillett.fo (viđ online keyp kemur eitt avgreiđslugjald omaná kostnađin)
TJALDING
Vanliga tjaldingarplássiđ minkar nakađ í í ár vegna útbygging av Götu Skúla. Pláss er sostatt fyri uml 1.500 tjaldarum á tjaldingarökinum viđ Götugjógv. Eitt tjaldingarpass saman viđ einum vikuskiftispassi gevur einum persóni atgongd til tjaldingarökiđ - öll, sum uppihalda seg á tjaldingarökinum, skulu hava tjaldingarpass.
KAMPINGVOGNAR
Kampingökiđ er í Norđragötu á Oyruni beint viđ sandin, har iđ brandstöđin er. Atgongd er til El og vatn.
Kostnađurin er 500 kr fyri ein kampingvogn uttan mun til hvussu mong húsast í honum.
Pláss er einans fyri 20 vognum. Tey sum eru fyrst at bíleggja, fáa plássini.
Ikki fyrr enn flytingin á 500,- er skrásett er tín bílegging galdandi. Flyt peningin á Kontunummar 9181-1562845 og viđmerk navn á ábyrgdara fyri vogninum.
Vinaliga send okkum hesar upplýsingar á tickets@gfestival.fo :
1. Navn og tel nr hjá ábyrgdara fyri vogninum
2. Nummar (á nummarplátuni) á kampingvogninum
3. Stödd á vogninum (breidd x longd)
4. Nćr peningurin er flutturVit koma at hava eitt tilbođ til kamparar í ár. Nćrri verđur at frćtta um hetta í nćstum.
Um tú ynskir at tryggja tćr eitt pláss beinanveg kanst tú gera hetta viđ at bíleggja á tickets@gfestival.fo
HVUSSU SLEPPI EG TIL GÖTU OG HEIMAFTUR?
Eyka bussar koyra, eisini um náttina. Fráfaringartíđirnar verđa lýstar her á heimasíđuni hjá G! og á www.ssl.fo ber til at síggja koyritíđirnar hjá ssl.
VERĐUR BÁL Á TJALDINGARÖKINUM?
Ikki undir nökrum umstöđum. At kynda eld á tjaldingarökinum er burturvísingargrund. Heldur ikki er loyvt at hava egna grill ella gassbluss í ella uttan fyri tjöldini.
HVAR KANN EG TJALDA?
Pláss er fyri 1200 tjaldarum á tjaldingarökinum viđ Götugjógv. Eitt tjaldingarpass saman viđ einum vikuskiftispassi gevur einum persóni atgongd til tjaldingarökiđ - öll, sum uppihalda seg á tjaldingarökinum, skulu hava tjaldingarpass og vikuskiftis-, eindags, starvsfólka ella vaktararmband.
Tjaldingarökiđ letur upp mikudag kl 18.30 og aftur sunnudag kl 12.00.
NĆR KANN EG SETA TJALDIĐ UPP?
Tjaldingarökiđ letur upp mikudag kl 18.30 og aftur sunnudag kl 12.00.
Ábyrgdarfólkini á ökinum gera av, hvar tjaldiđ kann setast upp. Öll, sum skriva seg inn, skulu hava sovipláss at vísa á. Tađ er skilagott at vera í góđari tíđ – tey bestu plássini fara fyrst!
HVAT GERI EG VIĐ VIRĐISLUTIR?
G! átekur sćr ikki ábyrgd av lutum, fólk hava viđ sćr. Tí er skilagott at lata virđismiklar lutir vera eftir heima.
NĆR BYRJAR TAĐ?
G! Festival byrjar hósdagin 15. juli og fyrstu konsertirnar vera seinnapartin henda dagin. Men tjaldingarökiđ letur upp longu mikudag klokkan 18.30.
HVÖR SLEPPUR INN?
Tey, sum eru eldri enn 13 ár og hava armband. Börn yngri enn hetta sleppa inn saman viđ vaksnum, sum hava ábyrgdina av teimum.
Börn 5-12 ár kunnu keypa barnaarmband fyri 175 krónur.
Börn undir 4 ár sleppa inn ókeypis.
HVAT ER LOYVT AT HAVA VIĐ SĆR?
Tađ er skjótari at siga, hvat ikki er loyvt at taka inn. Vápn og rúsevnir skulu ikki takast viđ.
REGLURNAR FYRI TJALDINGARÖKIĐ:
- Loyvt er ikki at hava glasflöskur viđ á tjaldingarökiđ.
- Loyvt er ikki at gera bál, hava egna grill ella gassbluss í ella uttan fyri tjöldini.
- Vaktirnar á ökinum leiđbeina, tá tjöld verđa sett upp, og hava seinasta orđiđ um uppseting.
- Verđa bođ frá vaktunum ikki fylgd, kann hetta hava viđ sćr klipping av armbondum og burturvísing.
- Stöddin á tjaldinum skal svara nökulunda til taliđ av fólki í tjaldinum. Ikki er loyvt at hava störri tjöld enn 10-manstjöld. (Uttan so, at onnur avtala er gjörd viđ vaktirnar.)
VERIĐ SO VINARLIG
At vit sleppa at nýta böin til tjaldingarpláss og hentleikar í skúlanum, hvílir á vćlvild frá bóndum, kommunustýri, skúla og fólki í Götu annars. Tí heita vit á gestirnar um at vísa virđiligan atburđ, at fara vćl um, fara vćl viđ öđrum tjaldarum og ognum teirra og at taka upp eftir sćr. 
|