|
UM G! FESTIVAL
G! Festival 2010 verđur 15 til 17 juli.
G! Festival var Föroya fyrsta árliga uttandura tónleika-hátíđ og hevur ment seg til at vera eitt hitt týdningarmesta mentanartiltaki í landinum. G! Festival hevur havt sín stóra leiklut í at broyta, hvussu föroyingar uppfata tónleik, tónleikatiltök og tónleikaligt virksemi, og harviđ fortreytirnar fyri at fáast viđ tónleik í Föroyum.
Grundvirđir
Nökur av grundvirđunum, sum vit hava sett okkum fyri, skulu seyra ígjögnum alt virksemi viđ festivalinum, eru fyrst og fremst:
at gera tingini framúr vćl,
at vit eru álítandi og halda tađ vit lova,
at vit vísa virđing fyri menniskjum og öllum íblandađum pörtum - tónleikarum, áhoyrarum, stuđlum og öđrum samstarvspörtum,
at vit eggja til skapan, innovatión og nýhugsan,
og at vit hava humorin viđ í öllum, duga at flenna at okkum sjálvum og ikki gerast snobbut.
Vit síggja tađ sum eitt endamál at virđismeta og hátíđarhalda individiđ og ymiskleikan millum menniskju og at berjast ímóti jantelóg og ađrari kúgan.
Tađ skal vera stuttligt, áhugavert og bergtakandi at koma á G! Festival.
Tónlistalig enndamál
Tónlistarligu enndamálini, sum G! Festival bleiv stovnađur uppá, og sum enn liggja til grund fyri allari listarligari stöđutakan, ljóđa soleiđis: Endamáliđ viđ G! Festival er at:
1. Útvega áhoyrarunum góđan tónleik.
2. Skapa ein pall, har föroyskur, eins vćl og norđurlendskur og altjóđa tónleikur kann verđa spćldur fyri eini fjölbroyttari áhoyrarafjöld.
3. At knýta Föroyar uppí tónleikaheimin kring okkum. At fáa bćđi tónleikarar og áhoyrarar hendavegin til tónleikatiltök fyri at geva föroyskum tónleikalívi íblástur og avbjóđingar, soleiđis at tađ framhaldandi kann mennast.
4. At sýna fram tađ besta innan föroyskan tónleik fyri föroyingum eins vćl og útlendingum.
5. At G! Festival skal gerast týdningarmesta stakhending innan rytmiskan tónleik í Föroyum eins vćl og ein týđandi og gevandi partur av norđurlendskum tónleikalívi!
6. G! Festival ynskir á henda hátt at skunda undir framhaldandi menningina av föroyskum tónleiki.
G! Festival arbeiđir miđvíst viđ:
At skapa sambond viđ tónleikarar, tónleikamanagement, fjölmiđlar og tónleikaáhugađ kring knöttin.
At skapa og savna vitan, iđ kann gagna föroyskum tónleiki og föroyskari tónleikavinnu.
At stimbra og menna positivu gongdina innan Föroyskan tónleik og at verđa partur av og viđ til at skapa hesa menningina. Hetta gera vit viđ professionellum tiltökum, iđ miđa longri enn til lötuvinning. G! Festival er týđandi fyri föroyskan tónleik og fer at gerast meira og meira týđandi fyri norđurlendskan tónleik sum heild.
Upprunin
G! Festival er eitt beinleiđis úrslit av arbeiđnum fyri betri umstöđum hjá tónleikinum og tónleikarum, sum nakrir tónleikaáhugađir einstaklingar fóru í holt viđ, og sum tók dik á seg viđ stovnani av Tónleikasamtakinum GRÓT í 1998. Kreativa umhvörviđ sum sprettiđ kring GRÓT hevur síđani stöđugt veriđ viđ til at broyta andlitiđ á föroyskum tónleiki. Umframt tiltakiđ G! Festival kunnu nevnast listarfólk sum Eivör Pálsdóttir, Boys In A Band, Orka, Gestir, Clickhaze, Petur Pólson, Högni Lisberg, Knút Háberg Eysturstein, Marius og mong onnur, sum hava havt sína gongd og antin beinleiđis ella óbeinleiđis fingiđ íblástur í hesum umhvörvinum. 
|