So kom sólin fram

16.07.2010

Nú á miðdegi kom sólin fram og skýnir yvir G! festivalin.| meira

Bökkurin

14.07.2010

Bökkurin er upprunaliga skræddur úr syðrugötuböi miðskeiðis í 80’unum. Hann er síðani vaksin í vavi, bæði so og so! Seinastu mánaðirnar hevur hann fest rötur handan dekkini í Sirkus í Havn. Úr Bökkinum spretta kosmiskar...| meira

Rólant

14.07.2010

Millum summi er hann eisini kendur sum Rock n' Rólant, men til dagligt og sum DJ kallar hann seg bara Rólant. Hann býr í London, har hann eins og FRAU spælir regluliga á The Castle í eystara parti av býnum. Nú er hann heima á...| meira

Herr Gott

14.07.2010

Herr Gott er onki minni, enn navnið leggur upp til. Sum ein av feskastu föroysku plátuvendarunum, royndi Herr Gott seg fyri fyrstu ferð á mótasýning fyri einum góðum ári síðani. Síðani tað hevur hann verið at finna í Zoo og...| meira

FRAU

14.07.2010

Heidi Andreasen lesur grafiska sniðgeving í London, men er best kend sum diskarin FRAU. Hon hevði sína fyrstu framförslu til Undirbeat Ólavsökurave á Skansanum í 2008 og hevur síðani tá vaksið seg til ein tann besta diskaran, vit...| meira

Allyca't

14.07.2010

Allyca't byrjaði at diska fyrst í 2010 og hevur uppá minni enn eitt hálvt ár vunnið sær heiðurin at spæla sínar funky reggae tónar á G! Festivalinum. Navnið handan Allyca't er Alisa Hentze. Sum DJ er hon regluliga at síggja í...| meira

Brynjolfur

14.07.2010

Brynjolfur á Heygum hevur gjört elektroniskan tónleik í meira enn 10 ár, í bólkinum Side Effect og sum diskari í Keypmannahavn undir navninum B.A.B.Y. Saman við DJ-vinum sínum er hann vertur fyri Copenhagen Ratpack, sum er eitt...| meira

Mynd: Familjen (SE) á G! 2009. Tikin av Kristfríð Tyril, MOMO

Visuell list í Grundini við VJ MM og VIDEOJUNKIES

12.07.2010

Fyri fyrstu ferð í söguni bjóðar G! visuella list live, ið verður framförd í Grundini öll trý festivalkvöldini av VJ MM og VIDEOJUNKIES.| meira

Sakaris fyri fyrstu ferð live – á G!

08.07.2010

Eftir at hava verið partur av bólkum sum Lama Sea, HEIÐRIK, Guðrið Hansdóttir, The Story Ends og Boys in a Band hevur 23 ára gamli Sakaris Emil Joensen nú ment sína egnu elektro-verkætlan, SAKARIS, sum fer at framföra live fyri...| meira

Bumpy (DK)

06.07.2010

Bumpy er ein kendur diskari og tiltaks-fyriskipari í Keypmannahavn. Hann hevur spælt á millum annað Roskilde Festivalinum, Distortion Festivalinum, Rust, Pumpehuset, Vega, Ritz og Ström, men er nokk mest kendur frá super populera...| meira

WeAreSkitzo (DK)

06.07.2010

WeAreSkitzo hevur verið partur av náttarlívinum í Keypmannahavn síðan 2008 við einum stíli, sum skiftir millum tekno, fidget, dubstep, disko, corny classix og nógv annað. | meira

Copyflex (DK)

06.07.2010

Copyflex föddist, tá hesin ungi maður og bólkur hansara skuldu spæla eina live konsert í 2005, og öll útgerðin hjá teimum brádliga breyt saman. Tá var slutt við ófantaligum ljóðförum; diskingin var einasta svarið. Síðani 2005...| meira

Afrokid

06.07.2010

26 ára gamli Afrokid, eisini kendur sum Mike Antony ella Billy The Kid, byrjaði at diska tíðliga í 2008, tá hann bleiv skotin í klubb-mentanini í Keypmannahavn. | meira

KILL EM ALL (Fabric/UK) jarðleggur dansifólkið á G!

02.07.2010

Beint úr undirgrunds-elituni í einum av heimsins feitastu klubbum, Fabric í London, kemur klubb-tiltakið Kill Em All í Grundina at presentera nakað av tí besta, Grundin higartil hevur bjóðað| meira

Djuna Barnes (DK)

01.07.2010

Um Trentemöller er danski DJ-kongurin, er Djuna Barnes drotningin! Hon hevur diskað í bestu barrunum og klubbunum í Tokyo, New York, Berlin, París, London, Reykjavík, Barcelona og Danmark, og nú kemur hon á G! Festival at...| meira

Synarchy: Meira melodiskt metal á G!

27.06.2010

Fyrsta flögan “Scars of Gratitude” varð stak væl móttikin av ummælarum, tá hon kom út í apríl í ár. Nú koma teir á G! at sparka reyv og rista í teg við melodiskum metal-tónleiki. | meira

Bárujarn

Bárujarn (IS) - COD WARS vinnari 2010

23.06.2010

Íslendski surf-rockbólkurin, Bárujarn, vann Cod Wars kappingina, sum er största tónleikakappingin í íslandi við yvir 100 luttakandi bólkum. Jón Tyril frá G! var sjálvur ein av dómarunum í kappingini, har ein av vinningunum var at...| meira

Annika Hoydal og teir fáa fólk at syngja við á G!

22.06.2010

Tað er vorðið siðvenja við felagssangi leygarkvöldið á G! og í ár hava fyriskipararnir av G! fingið Anniku Hoydal og hennara vælsvingandi harkalið av fólkatónleikarum at skapa stemning, hugna og felagssang.| meira

Hallur Joensen

20.06.2010

Ráðandi countrykongurin í Föroyum í lötuni, er Hallur Joensen. Hallur spæir á G! Festival, og tað merkir uttan iva, at fólk fer at svinga til kendar tónar. 

| meira

FRÓDI & The Pink Slips útgávukonsert á G!

18.06.2010

"FRÓDI & The Pink Slips" kallast nýggi bólkurin hjá Fróða Hansen, sum gevur eina spildur nýggja EP út á sjálvum G! festivalinum í summar. Fróði gav annars sína fyrstu flögu "Creeping Storm" út farna summar og hevur síðani verið...| meira

MonkeyRat (Can/FO)

15.06.2010

Anti jantelóg, sex, og stríð guitar-riff eru bert nøkur av eyðkennunum við bólkinum MonkeyRat, sum kemur at spæla á G! Festivalinum í ár. Tey bæði Arnold Ludvig og Anna Iachino manna hendan funky, rock, jazz-inspireraða og...| meira

Vísir úrslit 1 til 21 av 38
<< fyrsta < aftur 1-21 22-38 fram > síðsta >>

G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo

facebook   twitter   youtube