Nýggj flöga og DVD: Flemming - knúsandi løgur

Nýggj flöga og DVD: Flemming - knúsandi løgur

Nýggj flöga og DVD við Flemming út á G! Records

Talan er um tvær nýskapanir - eina nýggja dupultútgávu við eini flögu og einum DVD frá Flemming Petersen og eitt nýstovnað útgávufelag, G! Records, sum er partur av G! Music.

28.11.2006

Flögan inniheldur nýggjar sangir, fyri tað mesta hjá Flemmingi sjálvum, og DVDurin inniheldur m.a. ein dokumentarfilm um lívið hjá Flemming millum Aché indiánararnar í frumskóginum í Paraguay. Flögan er upptikin og mixað í Föroyum, meðan filmurin er upptikin í Paraguay og framleiddur í Skotlandi.

 

Flemming er sera opin, erligur og óræddur sum persónur, og so veit hann eitt hav av hugtakandi sögum frá øllum sínum upplivingum saman við bæði vinum, fíggindum og teimum, hann er góður við. Flögan inniheldur í stóran mun persónligar sangir um og til tey, sum Flemming hevur verið mest saman við og er góður við - familjan, beiggin, konan og indiánararnir osfr.

 

Flemming er úr Syðrugötu, har hann eisini býr við familju síni nú, men Flemming búði frá 1982 og mong ár fram, stóran part av tíðini millum indiánararnar í frumskóginum í Paraguay. Filmin, sum fylgir við flöguni á DVD, hevur Flemming sjálvur tikið upp og síðan eru myndirnar kliptar og settar saman í Skotlandi. Flemmingi hevur eydnast at fáa nógvar sjáldsamar myndir av lívinum hjá Aché-ættarbólkinum.

 

Tónleikaupptökunum hevur Jens L. Thomsen staðið fyri. Jens, sum kanska er mest kendur sum bassleikari í Clickhaze, hevur nomið sær útbúgving innan tónleikatökni í London og arbeiðir í lötuni í einum studio har yviri.

 

Tónleikararnir telja millum aðrar son Flemming, Benjamin Petersen, kendur úr m.ö. Deja Vu, umframt elitutónleikarar sum Arnold Ludvig, Brandur Jacobsen, Andrass og Ólavur Olsen, Gunnar Guttessen og Regin Jacobsen. Lena Andersen syngur við á onkrum lögum.

 

Húsan hevur samskiftisfyritökan nörd sniðgivið.

 

Nýggja flögan hjá Flemming fæst í sölubúðunum kring landið alt.

G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo

facebook   twitter   youtube