Stillbirth (IS)Stillbirth úr Vestmannaoyggjum í Íslandi, vitjaðu eisini G! í fjör, men lagnan vildi, at leiguflogfarið hjá teimum ikki fekk sett seg, fyrr enn Stillbirth eftir ætlan átti at havt verið á skránni.16.07.2006Stillbirth komu tískil ongantíð framat pallinum at framföra, hóast teir náddu at koma á festival. Hetta var eitt satt vónbrot fyri stóran hóp av föroyskum metal-fjepparum, sum hövdu glett seg at hoyra Stillbirth. Tí metal er tað, sum Stillbirth spæla og í ár ynskja vit at gera tað gott aftur fyri í fjör, við at seta Stillbirth aftur á skrá. Stillbirth spæla nakað, teir sjálvir nevna »extreme gothic metal«. Teir fáa sín íblástur frá goth metal, death metal og black metal og seta síðan alt saman í sína egnu heild. Millum bólkarnar, ið hava givið Stillbirth íblástur eru növn sum Death, Dimmu Borgir, Cradle of Filth, Arch Enemy og Iron Maiden.
Stillbirth spæla á Spæliplássinum fríggjadagin kl 15.30
G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo |