Grímur Atlason frá Iceland Airwaves handar Benjamini "Væl á veg prísin", sum Atlantsflog lat fyrstu ferð í ár á G!. Prísurin er ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic, soleiðis at ein bólkur fær möguleikan at ferðast á ein festival uttanlands at spæla. Í ár var tað Benjamin sum fer at spæla á Iceland Airwaves.

Billboard: Benjamin og Marius fingu plátusáttmálar á G!

Amerikanska Billboard skrivar um G! og veit m.a. at Benjamin og Marius fingu plátusáttmálar í Týsklandi beint eftir framförslu á G!

31.07.2012

Amerikanska Billboard er nýggjasti altjóða miðilin í röðini at skriva um G! og föroyskan tónleik, eftir at hava verið á festivalinum fyri góðari viku síðani. Vinkulin hjá Billboard er serliga hvussu G! Festival, TUTL og Promote Faroe Islands (lögmansskrivstovan) brúka festivalin til at fremja útflutning av föroyskum tónleiki. Billboard veit m.a., at Benjamin og Marius fingu plátusáttmálar við ávikavist Pop Up Records og Stargazed í Týsklandi beint eftir framförsluna á G!

Síggj greinina í Billboard her

G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo

facebook   twitter   youtube