Black Crow King

10.07.2012

Handan Nick Cave íblásta navnið Black Crow King, goymir seg ein heimur av gotiskum rúmklangi, skitnum guitara og groovutum rokki nakað í tráð við gamalt The Cure og Grinderman. Á odda fyri bólkinum stendur Símun Skorastein úr Leirvík, ið afturat sær hevur brøðurnar Lamhauge úr Gøtu á trummum og bassi og Janu Hjalgrímsdóttir á sang. Bólkurin bleiv nummar 2 í Sement kappingini fyrr í ár.

 

Manningin á bólkinum er:

 

Símun Skorastein - Sang og guitar

Jana Hjalgrímsdóttir - Sang

Hjørtur Lamhauge - Bass

Rógvi Lamhauge - Trummir

 

G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo

facebook   twitter   youtube