Flash is required!

Veronica Maggio - Jag kommer


Flash is required!

Veronica Maggio - Måndagsbarn


Flash is required!

Veronica Maggio & Benny Andersson - Snälla Bli Min (live)


Flash is required!

Veronica Maggio - Mitt Hjärta Blöder (Teaser)


Veronica Maggio (SE)

01.04.2012

Ein av störstu poppstjörnunum í svöríki í lötuni, Veronica Maggio, verður at hoyra á G! í summar.

 

At Veronica Maggio hevur serstöðu í Svítjóð í lötuni, er einki at taka seg aftur í. Í februar í ár var hon nominerað til sjey Grammy, harav hon vann tríggjar:

"Ársins poppnavn"

"Ársins komponistur" og

"Ársins teksthövundur".

 

Í August í fjör vann hon tvær Rockbjarnir:

"Ársins kvinnuligi live-artistur" og

"Ársins svenska lag".

 

Stutt eftir vann hon eisini tríggjar Gaffa virðislönir:

"Ársins svenski soloartistur"

"Ársins svenska útgáva" og

"Ársins svenska hitt".

 

Fyrsta fløgan, “Vatten och bröd”, kom annars út í 2006 og vann henni ein Grammy fyri ”besti nýkomari”. Onnur flögan, “Och vinnaren är…”, kom í 2008 og hevði risahittið "Måndagsbarn", sum lá nr 1 á hittlistunum í bæði Svöríki og Noregi.

 

Í Föroyum hava vit hoyrt mest til lögini "Måndagsbarn" og "Jag Kommer", tað seinna er av hennara triðju og stórhittandi flögu, Satan i Gatan, sum kom út á vári 2011. Við stakløgunum “Jag kommer”, “Välkommen in”, “Mitt hjärta blöder” og “Satan i gatan” á odda, gjørdist hon millum mest seldu fløgur í Svøríki í fjør og hevur higartil selt meira enn dupult platin. 

 

Tónleikurin hjá Veronicu Maggio er popputur og soul-fullur, sjarmerandi og innbjóðandi. Tað er okkurt feitt gamaldags yvir garagukenda ljóðinum, sum førir saman eyðmjúkar gittarar og trummur, Motownlíknandi strúkarar og glintandi elektroniskt ljóðprýði. Løgini eru einføld og beint fram, og nærum ómøgulig at fáa úr høvdinum aftur, hava tey fyrst fingið festi. Sangirnir eru allir á svenskum og sjálv kallar Veronica Maggio sínar tekstir um bæði nýføddan og doyggjandi kærleika, fyri “vanligar”. Hetta vanliga ella óhátíðarliga er nakað, sum svenska málið riggar stak væl til. Við sínum ljósa svenska hári, eyðkendu nærverandi rødd og íoyrafallandi lögum fær Veronica Maggio öll hesi elementini at ganga saman í eina störri eind, sum hevur varpað hana ovast á popptindarnar í popplandinum mikla.

 

Vit gleða okkum at bjóða Maggio pallin á G!

 

 

G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo

facebook   twitter   youtube