Flash is required!

Danjal: Our Song


Flash is required!

Danjal - Blow the Bubble


Flash is required!

Dánjal live at Circus Krone - Munich


Dánjal

29.03.2012

Dánjal á Neystabö er mestsum at kalla eitt húsarhaldsnavn í Föroyum. Kanska serliga ígjögnum Ævintýraferðina, sum hann og Búi Dam hava fingist við. Men seinastu árini hevur Dánjal eisini veruliga sligið sítt navn fast í norðurlendska tónleikaheiminum, og er nú í fullari ferð við at leggja Týskland og Miðevropa undir sínar fötur.

Í desember 2011 kom onnur solo pláta hansara, The Bubble, út. Á "The Bubble" lýsir Dánjal sína egnu lítlu blöðru og sína egnu leitan eftir onkrum störri.??Á flöguni eru 10 lög, sum ganga saman í eitt savnað verk í tveimum pörtum. Við íblástri frá LP-siðvenjuni, tá ymsu síðurnar á plátuni ofta hövdu ymisk tónlistarlig úttrykk, hevur Dánjal valt at býta flöguna í tveir partar, sum skilja seg frá hvörjum öðrum.

Tónleikurin er melodiskur fólkatónleika-rokkur, har tað höga lýriska flogið hjá Dánjali verður stuðlað av hansara eyðkendu rödd, löttum klarinettum og rútmum, sum toga teg í annan heim. Tónleikurin válkar sær í froðandi örskapi og verður turkaður av í sárbærum nærleika.

G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo

facebook   twitter   youtube