|
Flash is required!
Kapten Röd - 1.000.000 Nollor (videolag) Flash is required! Kapten Röd - Ju Mer Dom Spottar Flash is required! Kapten Röd - Saknade Vänner [Officiell Video] Flash is required! Kapten Röd - In Kommer Ting [Officiell Video] Kapten Röd (SE)19.03.2012Kapten Röd vann í januar í ár tær báðar hægst mettu heiðurslönirnar á ársins P3 Guld galla í Svöríki: ”Årets artist 2011” og ”Guldmicken/Årets liveakt 2011”. Tað merkir, at svenskt reggae, dancehall og ragga fer at ljóma um götusand í summar tá Reyði kapteinurin trínir pallin.
Kapten Röd, brakaði ígjögnum í 2007 við útgávuni "Stjärnorna Finns Här", sum hann túraði land og ríkið í kring við í meira enn eitt ár. Eftir hetta tók hann ein steðg frá túringini, og fekst mest við at framleiða og skriva lög fyri onnur tónlistarfólk.
Hetta tíðarskeiðið skrivaði hann m.o. lögini ”Ökant nummer” og ”Delelelelekat”. Bæði hesi lögini blivu vald til ”ársins svenska reggae-lag”, annað í 2008, hitt í 2009.
Á sumri 2010 byrjaði Kapten Röd so aftur at túra og spældi nógv nýtt tilfar. Í desember 2010 kom staklagið ”1.000.000 Nollor” út (video til vinstru), og megnaði at blívað kosið ”ársins svenska reggae-lag” í 2010.
Áðrenn 2010 var farið afturum fekk Kapten Röd enn ein miklan heiður tá ið hann vann heiðurin "00-talets Svenska Reggaeskiva" fyri sína fyrstu útgávu frá 2007.
6. juli 2011 kom so næsta flögan hjá Röd á marknaðin og hevur hon verið sera væl móttikin. Serliga lagið ”Ju mer dom spottar” var millum mest spældu svensku lögini í svenskum útvarpi í 2011. Kapteinurin hevur síðani túrað sum svakur á svenskum festivalum og spælistöðum. Í Januar í ár vann Kapten Röd so tær báðar mest umráðandi virðislönirnar á stóra P3 Guld heiðurslönartiltakinum – ”Årets artist 2011” og ”Guldmicken/Årets liveakt 2011”
Röd kallar livebólkin hjá sær fyri Ribbit Boom Band. Hetta er ein bólkur sum er settur saman av elituni úr svenska reggae umhvörvinum. Partillo á trummur, Lars (Svenska Akedemien) á bass, Simon ”Hofmästarn Hansson á guitar umframt André Roots og Anton Müller á ljómboð. Ljóðmaður er Janne Karlsson (Kalle Baah) og ferðaleiðari er MrGillis, sum eisini var á G! í fjör, tá við Movits!
G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo |