Retro Stefson (IS)23.01.2012”Ovurhonds orkumikil alternativur rokkur við íblandaðum afrikanskum rytmum og hvörjum av sínum, ið riggar til. Retro Stefson hevur leingi verið besti livebólkur í Íslandi... tey eru för fyri at vinda mannamúgvur við túsundtals fólkum um fingurin.” So ramliga tekur ein av fremstu tónleikaummælarum í íslandi, Arnar Eggert, til um Retro Stefson, ið er triðja navnið, ið verður kunngjört hesa vikuna sum partur av G!2012 skránni.
Retro Stefson funnu saman longu í framhaldsdeildini. Bólkurin spældi sína fyrstu konsert í 2006, tá limirnir vóru 14, 15 og 16 ára gamlir. Síðani menti bólkurin seg til ein hin best umtókta bólkin í Íslandi. Og fyri einum árið síðani tók bólkurin stigið at flyta til Berlin at royna tónlistarligu veingirnar. Og skjótt hevur gingið. Retro Stefson fekk kontrakt við plátufelagið Universal í Týsklandi og bookingfelagið Coda Agency í Onglandi. Universal hevur givið út teirra næstu flögu, Kimbabwe, umframt 4 sangir av fyrstu flöguni, Montana, frá 2008. Og ímeðan bólkurin hevur hildið til í Berlin, hava tey spælt yvir 100 konsertir í Týsklandi, Hollandi, Belgia, Danmörk, Noregi, Eysturríki, Sveits, Kroatia og Onglandi. Retro Stefson hava eitt skjótt vaksandi fjepparatal kring heimin, og teirra live framförslur eru tiltiknar fyri at vera sannar veitslur.
Retro Stefson hava stórar ætlanir fyri 2012 og í lötuni eru limirnir heima í Íslandi og taka upp komandi flöguna. Í summar kanst tú fáa ein smakk av Retro-Stefson-veitsluni, tá ið bólkurin vitjar G! Festival G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo |