|
Flash is required!
Gipsy Train - Maria Flash is required! Gipsy Train - Stacy Lee Flash is required! Gipsy Train - Herr Trotskji Flash is required! Gipsy Train - Roxy Flash is required! Gipsy Train - The Flying Dutchman Flash is required! Gipsy Train - Travis Gipsy Train23.01.2012Bólkurin ið ”líkist mest skítskeivum psykopatum, sum royna at stoyta eitt heilt symfoniorkestur við instrumentum, oman gjøgnum einar langar brattar trappur”* er annar föroyski bólkurin vit, ið vit kunngera kemur at spæla á G! Festival 2012. Vit tosa sjálvandi um Gipsy Train, ið er ein hin heitasti, villasti og best umtókti bólkurin á föroyska tónleikapallinum í dag.
Við melodiösum blásarum, ráum gittara, vælsvingandi rytmum og einum hálvnaknum próstasoni sum frontmanni, hava garparnir í Gipsy Train larmað og sjarmerað seg inn í mangt eitt hjarta hetta góða árið, síðan bólkurin var stovnaður.
Föroyska sigoynatokið hevur hetta árið rullað kring landið og spælt hóp av konsertum við spruttkókandi dampmaskinu og eyðkent fjølmannaðum og vælupplögdum tónleikaraliði at lempa kol inn í ketlarnar. Ímillum tær minniligu av slagnum telist ein á G! Festivalinum í fjør fyri einum stúgvandi fullum spæliplássi.
Fyrsta flögan, The Flying Dutchman, ið kom út 11. november í fjør, stóð seg heilt væl á sölulistunum, hittlistunum og millum manna generelt. Eisini var bólkurin tilnevndur Planetheiðurslönir bæði fyri "Ársins bólkur" og "Ársins nýggi bólkur".
Á G! halda vit at Gipsy Train hevur verið ein neyðug og frísk orkuinnspræning til föroyska tónleikalívið, sum vit ikki hava sæð líkan til síðani Boys In A Band vóru í vælmaktini. Nú er næsta logiska stigið, útlandið, í eygjsón, og vit eru heppin at fáa teir at framföra á einaferð enn á G! áðurenn tokið tuffar víðari við miklari ferð móti nýggjum avbjóðingum í fjarskotnum londum.
*lesarabræv á Vágaportalinum um framförslu hjá Gipsy Train á Ólavsöku
G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo |