G! í Arte - týsk/fronsku sjónvarpsrásiniHin 29.09 var eitt umfatandi innslag um G! Festival og föroyskan tónleik víst í týsk/fronsku sjónvarpsrásini ARTE. Arte er ein av stóru og högt virdu mentanar-sjónvarpsrásunum, sum verður send bæði á týskum og fronskum. Umframt Frankaríki og Týskland, so rökkur Arte eisini Belgia, Eysturríki, Hollandi, Ísrael, Spania, Portugal, Sveis, pörtum av Kanada og Australia. Síggj innslagið her14.11.2011Sjónvarpsmaðurin Toto Ernst, sum arbeiðir free lance fyri sendingina Tracks á Arte, var á G! í 2010 og kunnaði seg um umstöðurnar og vendi síðani aftur í 2011 við einum liði av sjónvarpsfólkum at gera innslagið. Í innslagnum fáa vit gott innlit í sjálvan festivalin og í föroyskt tónleikalív sum heild. Vit hoyra brot av tónleiki og prátað verður við Hamferð, Orka, Guðrið Hansdóttir, Kristian Blak, Jón Tyril, Matthew Workman og onnur. G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo |