|
Flash is required!
The Holmes Brothers á David Letterman Flash is required! Holmes Brothers spæla saman við Willie Nelson Flash is required! Samröða við Holmes Brothers og Joan Osborn um nýggjastu útgávu teirra The Holmes Brothers í Töting 30. septemberTeir hava tikið upp ella túrað saman við Bob Dylan, Van Morrison, Bruce Springsteen, Patti Smith, Willie Nelson, Lou Reed, Peter Gabriel, Merle Haggard, Keith Richards, Al Green, Ben Harper, Lucinda Williams, Steve Earle, Levon Helm, Rosanne Cash, Joan Osborne og mongum öðrum. Tann 30 september er möguligt at hoyra á eksklusivari konsert í smáu og hugnaligu hölunum, Töting í Syðrugötu.02.09.2011Holmes bröðurnir spæla gospel, blues, soul og country, sum fer beint í hjartað. Teir tríggir limirnir í bólkinum eru bröðurnir Wendell og Sherman Holmes, ið spæla ávíkavíst gittar og bass, og so trummuleikarin Popsy Dixon. Umframt at vera framúr instrumentalistar eru teir serliga kendir fyri sjálvan sangin. Röddirnar. The Holmes Brothers eru meistarar bæði í trýstemmaðu harmoniunum og sum solosangarar, hvör á sín hátt. Trummarin Popsy er t.d. heimskendur fyri sína einglavökru falsettrödd, meðan Wendell hevur eina ráa klassiska soul rödd og Sherman eina mynduga djúpa bariton rödd. Sherman og Wendell Holmes voksu upp í baptisaumhvörvinum í Virginia, og sungu frá ungum árum við í kirkjukórinum. Teir byrjaðu at spæla saman við Popsy Dixon í ymiskum bólkum í 70unum til teir í 1979 stovnaðu sín egna bólk, The Holmes Brothers. The Holmes Brothers spæla bæði egin lög, tökulög og traditionel lög. Alt frá sálmum til Bob Dylan til Hank Williams til Stewie Wonder til egin lög. Teir hava verið tríggjar ferðir í Föroyum fyrr - eina ferð á gamla Jazz- Fólka- og Bluesfestivalinum, einaferð á G! Festival (2006) og einaferð í Losjuni í Götu (2008). Hesa fjórðu ferð vitja teir hugnaligu Töting hölini, har Grót hevur skipað fyri konsertum í umleið eitt ár. The Holmes Brothers hava vunnið eitt ótal av virðislönum og hava spælt á fleiri av störstu og kendastu sjónvarpsshowunum so sum David Letterman, Conan O Brian og fleiri. TTað vera einans seld 90 atgongumerki til hesa konsertina. Atgongumerki fáast á spildur nýggja nethandlinum hjá G! Festival – shop.gfestival.fo – ella við at skriva til tickets@gfestival.fo og síðani rinda við vanligari flyting. Kostnaður er 350 kr. (Nethandilin er fyri tað mesta á enskum enn, men hann verður umsettur áðrenn G!-atgongumerkini koma út seinni í ár) G! Festival 18., 19., 20. Juli 2013. Tónleikaliga Tjóðarhátíð Föroyinga. -- Öll Rættindi Tilskilað. -- Telefon +298 74 00 00 -- info@gfestival.fo |